Innanlands

Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsarínum

Hóskvøldið klokkan 20 verður kjak um fíggjarlógaruppskotið og uppskotið um fría abort –Frihedsbrevet skipar fyri

Hóskvøldið verður pallborðsorðaskifti á Reinsarínum (Savnmynd: PI Performance)

Hóskvøldið verður pallborðsorðaskifti á Reinsarínum (Savnmynd: PI Performance)

2025-10-13 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Innanfyri eitt ár verður løgtingsval útskrivað, og tí skipar Frihedsbrevet í vetur fyri politiskum pallborðsorðaskifti í Reinsarínum í Havn.

Umboð fyri allar politiskar flokkar luttaka, og evnini skifta fyri hvørt kvøld, Val á veg er á skrá, skrivar Frihedsbrevet í tíðindaskrivi.

– Hóskvøldið klokkan 20 fara tey at kjakast um fíggjarlógaruppskotið og uppskotið um fría abort. Men høvið verður eisini at seta spurningar.

– Við fólkunum frá Frihedsbrevet sum orðstýrarar er lagt upp til eitt lívligt og hvast kjak. Og við Reinsarínum sum karmi eru umstøðurnar avslappaðar og óformellar.

– Øll eru vælkomin til Val á veg í Reinsaríinum hóskvøldið 16. oktober. Pallborðsfundurin byrjar klokkan 20.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder