Uttanlands

Vakrasti bygningur í Svøríki verður fluttur

Kirkjan í Kiruna verður flutt í heilum líki í dag. Beinleiðis myndir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-08-19 11:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðursvenski námsbýurin Kiruna hevur verið undir flyting seinastu árini. Hús fyri hús er miðbýurin fluttur umleið tríggjar kilometrar eystureftir í mun til upprunaliga býarkjarnan.

Orsøkin er, at vandi er fyri at býurin skal søkka orsaka av nógvu námsgongdunum, ið eru høgdar undir býnum.

Hóast flytingin hevur verið í gongd leingi, so er dagurin í dag heilt serligur.

Í morgun var farið undir at flyta tann sermerktasta bygningin í býnum, nevniliga kirkjuna, sum verður mett sum eitt av vakrastu bygningsverkunum í Svøríki.

Fleiri túsund fólk hava leitað sær til Kiruna fyri at uppliva hendingina, teirra millum Carl Gustaf kongur, og Sveriges Television sendir beinleiðis.

Kiruna kirkja er umleið 40 metrar breið og vigar yvir 670 tons. Hon er sett upp á ein vogn og verður flutt í heilum líki við eini ferð upp á 500 metrar um tíman.

Ein 24 metra breiður sergjørdur vegur, umleið fimm kilometrar langur, er gjørdur undan flytingini.

Kiruna kirkja verður ofta rópt vakrasti bygningur í Svøríki. Gustaf Wickmann, arkitektur, teknaði kirkjuna, sum stóð liðug í 1912.

Felagið LKAB, sum er størsti málm-framleiðari í Evropa stendur fyri flytingini. Av tí av málmurin liggur í einum lagi, sum røkkur inn undir upprunaliga Kiruna bý, var avgerð í 2011 tikin um at flyta miðbýin í Kiruna nakrar kilometrar eystureftir.

Síðan hava nógvar og drúgvar fyrireikingar verið gjørdar áðrenn farast kundi undir sjálva flytingina, sum væntandi verður liðug einaferð í 2035.

Talan er um at byggja tilsamans 3.000 nýggjar íbúir í staðin fyri tær gomlu, sum verða tiknar niður. Men nakrir av bygningunum í miðbýnum, eitt nú kirkjan, verða fluttir.

Hetta er ein roynd at varðveita ein part av søguni og sálini hjá býnum ístaðin fyri bara at byggja nýtt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder