Innanlands

Vágs kommuna vil hava fleri ferðafólkaskip

Átta skip hava boðað frá, at tey koma næsta ár, og tað er hægsta talið higartil. Í síðstu viku vóru umboð frá Vágs Kommunu og Vágs Havn á cruise-ráðstevnuni Seatrade Europe

Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip til Vág (Mynd: vagur.fo)

Seinastu árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip til Vág (Mynd: vagur.fo)

2025-09-16 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku vóru umboð frá Vágs Kommunu og Vágs Havn á cruise-ráðstevnuni Seatrade Europe.

Hon var í Hamborg, og har luttóku eisini umboð fyri aðrar føroyskar kommunur. 

Seinastu smáu trý árini hevur Vágs kommuna arbeitt miðvíst við at fáa ferðafólkaskip til Vágs.

Hetta tekur tíð, skrivar vagur.fo, men samstundis kann staðfestast, at úrslit síggjast:  Í 2023 og 2024 vitjaði eitt ferðafólkaskip hvørt árið, og í ár hava seks skip vitjað Vág – sjey skuldi koma, men eitt mátti geva avboð orsakað av veðri.

Eftir ætlan kemur talið upp á í øllum førum átta í 2026: 

- Átta skip hava longu boðað frá, at tey vitja Vág næsta ár, og vónin er, at fleiri fara at leggjast afturat.

Knýta sambond 

Ein týðandi liður í arbeiðinum at fáa fleiri vitjanir er at luttaka á ráðstevnum sum tí í Hamborg. Har verða sambond knýtt við reiðarí og avgerandi samstarvsfólk. Vágs Havn og aðrar føroyskar havnir vístu seg fram á felags bási undir heitinum Cruise Faroe Islands.

Aðalmálið við at fáa ferðafólkaskip til Vágs er at stuðla undir menningini av ferðavinnuni, styrkja vinnulívið og skapa nýggjar tænastur og tilboð, sum gagna bæði vágbingum og ferðafólkum, skrivar kommunan.

- Seatrade eydnaðist væl. Okur fingu fleiri góð og viðkomandi prát við reiðarí, sum longu sigla á Føroyar, og við reiðarí, sum ætla at taka Føroyar við í teirra skráir. Men ein má vera tolin – fleiri reiðarí vístu á, at skránnar fyri 2027 eru um at verða endaliga lagdar; Sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder