Innanlands

Vágatunnilin stongdur um næturnar

Næstu tríggjar mánaðirnar verður ljósarbeiði gjørt tunlinum

2018-10-01 15:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðið at gera nýggja ljósskipan í Vágatunlinum byrjar í kvøld, og fer væntandi at taka umleið tríggjar mánaðir og væntast at verða liðugt um jóltíðir.

Avtala er gjørd við LM-Electric, um at gera arbeiðið, meðan SMJ ráðgevandi verkfrøðingar, hevur projektering og eftirlit við arbeiðnum.  Nýggja ljósskipanin er ein orkusparandi LED-skipan av merkinum Thorn, sum verður brúkt í nógvum norskum tunlum.

Í samband við arbeiðið, verður ferðslan órógvað um næturnar, tá tunnilin verður stongdur hvørja viku frá sunnukvøld til fríggjamorgun frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 06 á morgni. Ferðslan verður leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder