2025-08-17 21:59
Eldur er framvegis í húsunum í Hornabø, sum fráboðan kom um fyrr í kvøld.
Væntandi tekur tað ein tíma afturat áðrenn eldurin er sløktur. Húsini hava fingið stóran skaða.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at tað enn er ógreitt um nakar fólkaskaði er.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/17/890x590/17554626321v13ywosoo.webp)
Munandi meira ferðsla er í økinum í kvøld í mun til eitt vanligt sunnukvøld og løgreglan heitir á fólk um at virða avsperringarnar.
Talan er um eini sethús við síðurnar av Kiosk Aktiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald