Innanlands

Vælvera í Leirvík

Nýggja vælveruøkið í tilknýtið til svimjihylin varð alment latið upp í gjár

(Mynd: Eysturkommuna)

(Mynd: Eysturkommuna)

2025-12-11 09:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár lat upp eitt nýtt vælveruøki í Leirvík. Tað er Eysturkommuna, ið hevur latið økið byggja í tilknýti til svimjihøllina i Leirvík.

Í økinum eru hitapottar vit vatnmassagu, ið mýkir vøddarnar. Hitapottarnir rúma 7-8 fólkum hvør, og hitin er 38 stig.

Uttandura er kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa. Eftir at hava fingið hitaviðgerð hevur tað sera góða ávirkan á likamið at fara í kalt vatn, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni.

Eisini er dampbað í økinum.

Tað er ókeypis at svimja í kommunalu svimjihøllini í Leirvík, men tað kostar at fáa atgongd til vælveruøkið, har børn einans hava atgongd saman við vaksnum.

Vælveruøkið er opið meðan svimjihøllin er opin. Eisini er møguleiki hjá bólkum at leiga økið.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Eysturkommunu

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder