Innanlands

Væleydnað trygdarvenjing í Fámjinstunlinum

Mikudagin letur Fámjinstunnilin upp fyri almenninginum

(Mynd: Landsverk)

(Mynd: Landsverk)

2025-06-22 13:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Týsdagin var trygdarvenjing í nýggja Fámjinstunlinum. Venjingin eydnaðist væl og har var gott samskifti millum bjargingarfólkini, sigur Landsverk.

Tað tók 45 minuttir frá tí, at ringt varð eftir hjálp, til venjingin var liðug.

Harvið er trygdin í lagi og mikudagin letur tunnilin upp fyri almenninginum.

Hátíðarhaldið verður klokkan 14 við tunnilsmunnan Øravíkarmegin.

Fámjinstunnilin er 1.200 metrar langur og nýggir vegir í Øravík og Fámjin eru gjørdir við einari longd uppá tilsamans 1.450 metrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder