
Í morgun skrivaðu vit um, at ein maður var afturhildin við komu til Føroyar. Hetta tí at pappírini ikki vóru í lagi.
Sí eisini: Afturhildin tá hann ætlaði sær við Norrønu
Nú seinnapartin boðar Føroya Politi frá, at maðurin hevur verið í grundlógarhoyring í Føroya Rætti. Har játtaði hann seg sekan í at vísa eitt falskt pass.
Skjalafalsan er eitt álvarsamt lógarbrot, og tað sæst eisini aftur í dóminum, skrivar løgreglan: Maðurin varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvístur úr Føroyum við innferðarbanni í trý ár.
Maðurin er í tríatiárinum. Hann er úr Albania og hevur einki tilknýti til Føroyar - uttan tað at hann kom til landið í gjár. Tá varð hann handtikin, og nú skal persónurin útvísast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald