Innanlands

Útvarpið: Jacob Vestergaard er eitt gott boð

Fólkaflokkurin skal á fundi í dag finna eitt nýtt landsstýrisfólk fyri Jørgen Niclasen, sum fór frá í farnu viku

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd)

Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum (Savnsmynd)

2022-02-21 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin í farnu viku varð Jørgen Niclasen loystur úr starvi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, og á fundi í dag skal Fólkaflokkurin finna eitt nýtt landsstýrisfólk.

Á middegi segði Útvarpið seg vita frá fleiri keldum í Fólkaflokkinum, at Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum er eitt gott boð til at yvirtaka tóma landsstýrissessin.

Jacob Vestergaard var ein av tveimum landsstýrisfólkum hjá Fólkaflokkinum, sum legði frá sær 20. desember. Hann og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, táverandi landsstýriskvinna í almannamálum søgdu landsstýrissessin frá sær fyri at kunna fara aftur í tingið og atkvøða ímóti uppskotinum um sammøður.

Tá nýggj landsstýrisfólk skuldu finnast, valdi Fólkaflokkurin at fara útum tingbólkin, og Árni Skaale og Sólvit Nolsø vórðu tilnevndir landsstýrismenn. Sum skilst ætlar Fólkaflokkurin tó ikki at fara útum tingbólkin hesaferð.

Fundurin hjá Fólkaflokkinum byrjaði nú klokkan 13.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder