Uttanlands

Uttanríkisstjórin í ES krevur, at Ukraina og ES verða partur av loysnini

Tað snýr seg um trygdina hjá Ukraina og øllum Evropa, sigur Kaja Kallas

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES (Mynd: EPA)

2025-08-11 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina og ES skal verða partur av einari avtalu millum USA og Russland um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, sigur Kaja Kallas, uttanríkisstjóri í ES.

– USA hevur valdið til at tvinga Russland til veruligar samráðingar. Einhvør avtala millum USA og Russland skal gerast saman við Ukraina og ES, tí tað snýr seg um trygdina hjá Ukraina og øllum Evropa, sigur hon.

Mánadagin fer Kaja Kallas at innkalla uttanríkismálaráðharrar í ES til skundfund, har tey skulu umrøða næsta stigið frá einum ukrianskum og evropeiskum sjónarmiði, skrivar Ritzau.

– Meðan vit arbeiða móti einum haldførum og rættvísum friði, er fólkarætturin púra greiður. Ukraina eigur øll fyribils hersett øki, sigur hon og sipar til útsøgnina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump um, at eitt býti av landaøkjum verður framt.

Russland hevur áður kravt at fáa ukrainsk øki, sum landið hevur hertikið, men Ukraina hevur boðað frá, at landið ikki fer at taka undir við tí.

Les eisini: – Russland fær ikki ukrainsk øki


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder