
Í dag hittust uttanríkisráðharrarnar úr Russlandi og Norðurkorea í norðurkoreanska býnum Wonsan.
Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov segði, at hann og norðurkoreanski uttanríkismálaráðharrin, Choe Son-hui umrøddu støðuna í Ukraina.
– Koreansku vinir okkara váttaðu teirra treytaleysa stuðul í mun til at náa okkara málum við serligu hernaðaratgerðini og í mun til leiðsluna og herin hjá Russlandi, sigur Lavrov sambært Ritzau.
Orðingin "serlig hernaðaratgerð" er ofta brúkt av russiskum myndugleikum um kríggið í Ukraina.
Norðurkorea hevur áður sent herfólk at hjálpa russum í stríðnum móti Ukraina, og sambært m.a. suðurkoreanskum fregnartænastum er ætlanin at senda 10.000 norðurkoreansk herfólk afturat, umframt at Norðurkorea fer at senda fólk at hjálpa við enduruppbyggingini í russiska Kursk-landslutinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald