Innanlands

Útstykking verður nú gjørd á Rituvíkshálsi

Talan er um fýra vinnustykkir, har tað minsta er 593 fermetrar og tað størsta 894 fermetrar til støddar. Farið verður undir arbeiðið skjótast gjørligt - væntandi verður tað liðugt fram ímóti ársenda

Runavíkar kommuna og felagið Verkon Fa hava skrivað undir sáttmála um vinnustykkini (Mynd: runavik.fo)

Runavíkar kommuna og felagið Verkon Fa hava skrivað undir sáttmála um vinnustykkini (Mynd: runavik.fo)

2021-06-09 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Runavíkar kommuna og felagið Verkon Fa., hjá Lars í Dalinum, Lamba, skrivaðu í farnu viku undir sáttmála um at útstykkja fýra vinnustykkir á Rituvíkshálsi.

Stykkini eru 593, 575, 611 og 894 fermetrar til støddar, skrivar runavik.fo.

- Eftir ætlan verður farið undir arbeiðið skjótast gjørligt, og væntast tað at vera liðugt fram ímóti ársenda

placeholder
placeholder