Innanlands

Útróðrarbátur fekk maskintrupulleikar í Vágahavinum

Tveir mans vóru umborð á bátinum

2018-11-15 11:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tveir mans umborð á einum útróðrarbáti úr Havn fingu trupulleikar í gjárkvøldið, tá teir vóru til útróðrar vestanfyri.

Báturin fekk maskinbrek í Vágahavinum, og menninir boðaðu frá hesum uml. klokkan 21. Bjargingarbáturin LÍV, við fimm monnum umborð, varð sendur teimum til hjálpar, og var hjá bátinum klokkan 22:22

- Báturin kláraði at stima eitt sindur við lágari ferð. Hann kláraði sjávlur at sigla einar 5-6 míl um tíman, so LÍV fylgdi honum bara til Havnar, verður sagt av MRCC støðini.

Útróðrarbáturin og LÍV sigldu tí spakuliga til Havnar. Klokkan 2 vóru teir komnir til Glyvursnes, og vóru á Havnini klokkan 02:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder