
Samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum vóru 367 milliónir krónur í 2023, sum svarar til 1,4 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni - BTÚ.
Tað er 0,3 prosentstig - ella 52 milliónir - minni samanborið við 2022 tá granskað og ment varð fyri 1,7 prosent av BTÚ. Hetta sama tíðarskeið er BTÚ vaksið 6,7 prosent, og hevur tað eisini ávirkað gongdina, skrivar Hagstovan.
Útreiðslurnar til gransking og menning minkaðu í øllum Norðurlondum í 2023 í mun til 2022, og útreiðslurnar í Føroyum vóru lægri enn í øðrum Norðurlondum bæði árini. Í Noregi vóru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,6 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,5 prosent.
Sambært Hagstovuni stóð privati geirin fyri meira enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløg granskaðu fyri 0,9 prosent av BTÚ, meðan almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar granskaðu fyri ávikavist 0,3 prosent og 0,2 prosent av BTÚ í 2023.
Tað vóru tilsamans 252 ársverk, sum granskaðu og mentu í 2023. Kynsbýtið av granskarum er 57 prosent menn og 43 prosent kvinnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald