Innanlands

Útlit til at økið verður ferðslutryggjað

Í næstum verður fundur millum Landsverk og Sunda kommunu um trygdina á landsvegnum um Streymin

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2023-12-06 15:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í næstum verður ein fundur millum Landsverk og Sunda kommunu um ferðslutrygdina á landsvegnum yvir um brúnna við Streymin.

Tað upplýsti Dennis Holm, landsstýrismaður við ferðslumálum, á Løgtingi í dag. Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, setti landsstýrismanninum ein munnligan spurning um, hvørjar ætlanir eru um at tryggja ferðsluna á hesum vandamikla landsvegateini.

Landsstýrismaðurin segði í svarinum, at seinasta ferðslutrygdarátak, ið er gjørt á staðnum er, tá ferðin á teininum varð sett niður í 60 kilometrar um tíman fyri einum ári síðani.

Upp á fyrispurning upplýsti landsstýrismaðurin eisini, at tað hesi seinastu árini ikki hava verið eins nógv óhapp á staðnum, sum tað vóru fyri 20 árum síðani. Í tíðarskeiðinum 2001 til 2005 vóru 13 óhapp, meðan tey vóru seks í tali í árumum 2013 til 2020.

Ein orsøk til, at rundkoyring ikki er gjørd er, at tað er tørvur hjá ferðsluni, at hava ferð á, áðrenn farast skal niðan brekkuna móti tunnlinum, serliga tá hálka er.

Vanliga verður roknað við, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring er fimm milliónir krónur, men ein rundkoyring her má roknast at vera munandi kostnaðarmiklari, eitt nú tí, at vegurin liggur høgt, segði landsstýrismaðurin.

Fleiri tingmenn høvdu á orði, at tað er ein stórur trupulleiki við trygdini her, og at spurningurin um at fáa ferð áðrenn leggjast skal á brekkuna, ikki eigur at verða nøkur forðing fyri, at ein rundkoyring verður gjørd.

Tí varð saltingin hjá Landsverki eisini havd á lofti. Tingfólk hildu tað vera óskiljandi, at tað ikki verður saltað á landsvegnum millum klokkan 21 og 05 á morgni.

Landsstýrismaðurin segði um hetta, at vónandi fer ætlaða eykajáttanin til vetrarhaldið hjá Landsverki at bøta um hetta.

Við Streymin, eins og fleiri aðrar staðir, er trupulleikin tann, at landsvegir og kommunalir vegir eru blandaðir saman, og tað er tí ikki serliga heppið, at borgarar á økinum skulu tvørtur um landsveg fyri at fara til handils ella í skúla við børnunum.

- Enn hava vit ikki megnað at taka okkum nóg væl av ferðslutrygdini her. Møguliga kann ferð setast á hetta við fundinum, sum í næstum verður við kommununa. Hvør loysnin verður, eiga vit at lata serfrøðina hjá Landsverki taka sær av, segði Dennis Holm.

Les eisini oddagrein í Blaðnum Vikuskifti um ferðslutrygdina her: Hví er onki gjørt?

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder