Útlendingar bjargaðir oman úr fjøllunum í tyrlu

Tríggjar ferðir hava ferðafólk sent boð eftir hjálp um páskirnar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-04-01 09:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár varð bjargingartyrlan hjá Atantsflogi send út erftir tveimum fólkum, sum høvdu gingið seg føst í fjøllunum oman fyri Árnafjørð.

Tað var um hálvgun fimm tíðina, at tey á enskum boðaðu frá, at tey sluppu hvørki aftur og fram. Tilbúgvingin í Norðoyggjum varð sett í gongd, eitt nú varð sløkkiliðið í Klaksvík fráboðað. Tey hava eina dronu, sum kann brúkast til at finna fólk, sum eru vorðin burtur í fjøllunum.

Tað var tó ein lokalur maður, sum fann fram til, hvar fólkini vórðu stødd, og mett varð tá, at tað nokk var best at senda boð eftir tyrluni.

Tey vóru stødd nærhendis gamla tingstaðin Katlar millum tunnilsmunnarnar oman fyri Árnafjørð. Talan var um tvey fólk úr Belgia. Tyrlan flutti fólkini á Landssjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst, feilti teimum einki.

Tríggjar ferðir á páskum

Tilburðurin í gjár var tann triðji, har ókunnug fólk sendu boð eftir hjálp.

Langa fríggjadag var tað eitt útlendskt par, sum hevði koyrt seg fast. Tey vóru farin niðan á Eiðisskarð og høvdu sett bilin undir Slættaratindi, men vóru, sum skilst, ikki farin til gongu, tá kavi kom á tey. Kavin var so mikið nógvur henda dagin, at tey sluppu ikki avstað aftur við bilinum, og máttu fáa hjálp.

Og leygardagin var tilbúgvingin aftur sett í gongd, hesaferð, tá eitt par – tey vóru danir – bóðu um hjálp. Tey vóru farin til gongu til Tjørnuvík móti Saksun, tá mjørki fall á tey.

Men áðrenn leitingararbeiðið veruliga varð sett í gongd, lætti mjørkin, og fólkini avblástu sjálvi leitingina, tí at tey nú aftur kundu orientera seg, og tey vendu aftur til Tjørnuvíkar í øllum góðum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder