Føroysku bankarnir høvdu útlán til føroyskar kundar fyri 21 mia. kr. í september 2025. Í september í fjør vóru útlánini 19,3 mia. kr., og tey eru tí økt við 1,7 mia. kr. í hesum tíðarskeiði. Roknað sum eitt 3 mánaðar miðaltal var útlánsvøksturin í september 8,0% hjá føroysku bankunum, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tað er serliga vinnan og harnæst húsarhaldini og kommunurnar, ið hava økt um lántøkuna í 2025. Meginparturin av útlánunum hjá føroysku bankunum fara til húsarhald og privatu vinnuna.
![]()
Føroysk húsarhald læna eisini frá donskum realkredittstovnum, men vøksturin í útlánum frá donsku realkredittstovnunum til føroysku húsarhaldini er ikki eins stórur, sum útlánsvøksturin í føroysku bankunum. Útlánsvøksturin hjá donsku realkredittstovnunum var 2% í september 2025, samaborið við árið fyri.
Samlaði útlánsvøksturin hjá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovunum var 7,6% í september 2025, samanborið við árið fyri.
Landsbanki Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald