Innanlands

Útigudstænasta á AB-vøllinum í morgin

Í morgin kl. 11 skipar Argja kirkja aftur fyri útigudstænastu.

Bergur Debes Joensen prestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bergur Debes Joensen prestur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-15 13:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, sunnudagin klokkan 11 skipar Argja kirkja aftur fyri útigudstænastu á AB-vøllinum.

Prestur verður Bergur Debes Joensen, og Katrin Simony Knudsen Mikkelsen hevur eitt orð til børnini.

Sungið verður lættir og kendir sangir, og eisini verður kirkjukaffi og okkurt gott til børnini eftir gudstænastuna, skrivar kirkjan í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder