Innanlands

Útfluttu fyri 5,7 milliardir krónur fyrstu átta mánaðirnar

Hetta er sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør og áleið tað sama sum í 2019

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2021-10-18 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri sjey prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. 

Fyrstu átta mánaðirnar í ár var samlaði útflutningurin 5,7 mia. krónur. Sama tíðarskeið í fjør var útflutningurin 5,5 mia.

Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, var eisini útflutt fyri 5,7 mia. krónur fyrstu átta mánaðirnar, skrivar Hagstovan. Men fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin tó væl minni enn fyri tveimum árum síðani. Seinastu mánaðirnar er tó meiri útflutt, so útflutningurin nú er ájavnt við 2019.

Útflutningurin av makreli er á sama støði sum í fjør í nøgd, meðan virðið er 20 prosent lægri enn í fjør. Útflutningurin av sild og svartkjafti er tó hægri, bæði í nøgd og virði.

Laksaútflutningurin er vaksin 17 prosent, og var hann 2,6 mia. krónur  fyrstu átta mánaðirnar. Útflutningurin av toski minkaði 14 prosent í virði og 17 prosent í nøgd. Nøgdin av upsa minkaði seks prosent, meðan nøgdin av hýsu vaks sjey prosent. Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør, skrivar Hagstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder