Uttanlands

USA vil tryggja vesturlendsku virðini í Grønlandi

Ein stór sendinevnd við serliga ráðgevanum í amerikanska uttanríkisráðnum vitjar í Nuuk

Thomas Ulrich Brechbuhl í miðjuni, her saman við Mike Pompeo, t.h., og Brian Bulatao, ein annar av nærmastu ráðgevum hjá uttanríkisráðharranum

Thomas Ulrich Brechbuhl í miðjuni, her saman við Mike Pompeo, t.h., og Brian Bulatao, ein annar av nærmastu ráðgevum hjá uttanríkisráðharranum

2019-10-23 13:01 Author image
Ingi Samuelsen

Ein stór amerikansk sendinevnd við serliga ráðgevanum hjá Mike Pompeo, uttanríkisráðharra á odda, er komin til Grønlands at kanna ymisk viðurskifti.

Thomas Ulrich Brechbuhl, sum í mai í fjør varð tilnevndur serligur ráðgevi í uttanríkisráðnum er ikki eitt kent andlit í almenninginum, men hann verður mettur at hava stórt vald. Sambært Berlingske Tidende verður sagt um hann, at tað er hann, sum fær uttanríkispolitikkin hjá Pompeo, og harvið Trump forseta, at virka.

Saman við honum í Grønlendi eru Carla Sands, sendikvinna USA til Danmarkar umframt umboð fyri Pentagon og trygdarráðið hjá stjórnini, veit Berlingske at siga.

Brechbuhl sigur, at hann er komin til Grønlands fyri at hjálpa.

- Eg eri sjálvandi greiður yvir, at tað eru avbjóðingar á sosiala og útbúgvingarliga økinum í Grønlandi, og eg haldi, at USA hevur tilfeingi til at hjálpa á ávísum støðu, sigur hann við Berlingske Tidende við tilsipingum til at amerikanarar hava eina góða útbúgvingarskipan.

Hann dylir heldur ikki fyri, at áhugin hjá USA í Grønlandi eru egináhugamál.

- Tað er av týdningi fyri okkum at tryggja, at Grønland og arktiska økið framhaldandi verður ein tryggur partur av Norðuramerika. Tað liggur okkum á hjarta, at Grønland framhaldandi er eitt trygd øki fyri vesturlendsk virðir, sigur hann við blaðið. 

placeholder
placeholder