
Amerikanski forsetin, Donald Trump umhugsar at geva ukrainum langtberandi Tomahawk-rakettir, um Russland ikki steðgar kríggið í Ukraina skjótt.
Tað segði hann við journalistar í amerikanska forsetaflogfarinum Air Force One í gjárkvøldið, tá hann var á veg til Ísrael.
Trump og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hittust í september, bað Zelenskyj sambært fleiri keldum Trump um Tomahawk-rakettir at brúka móti Russlandi, og hetta varð m.a. umrøtt aftur, tá teir tosaðu í telefon saman bæði leygardagin og sunnudagin, sigur Trump.
Tomahawk-rakettir eru langtberandi rakettir, sum kunnu røkka málum, sum eru yvir 2.000 kilometrar burtur. Fáa ukrainar hendur á tær, kunnu teir raka russiska høvuðsstaðin Moskva.
Av somu orsøk hevur Russland ávarað amerikanarum ímóti at geva ukrainum hesar rakettirnar. Hetta fer at oyðileggja sambandið millum Russland og USA, segði russiski forsetin, Vladimir Putin.
Um USA avgerð at ganga ukrainska ynskinum á møti, verða Tomahawk-rakettirnar ikki seldar beinleiðis til Ukraina men til Nato, sum síðani kann lata tær víðari til Ukraina.
– Fær kríggið ikki ein enda, kann tað væl vera tað, vit gera, sigur Trump.
– Kanska vit ikki gera tað, men vit kunnu gera tað.
Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina ætlar at brúka rakettirnar til hernaðarlig endamál og ikki til at leypa á sivilfólk í Russlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald