
USA hevur fingið eitt marglætisflogfar í gávu frá kongshúsinum í Katar.
Tað hevur verið nevnt, at talan er um eitt flogfar, sum skal koma í staðin fyri núverandi forsetaflogfarið, Air Force One.
Flogfarið er av slagnum Boeing 747-8, sum hevur eitt virði á 400 milliónir dollarar, skrivar Ritzau.
Amerikanski verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur formliga tikið ímóti gávuni, sum sambært New York Times møguliga er størsta útlendska gávan, sum amerikanska stjórnin hevur fingið.
Sambært amerikonsku grundlógini sleppur amerikanski forsetin ikki at taka ímóti gávum úr øðrum londum, men ónevndar keldur siga, sambært ABC news, at Hvítu Húsini hava tryggjað sær, at hetta ikki stríðir ímóti reglunum.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur eisini, hann ikki heldur tað vera ein trupulleiki.
- Eg fari ongantíð at vera ein, sum sigur nei takk til eitt sovorið tilboð, segði hann í síðstu viku, tá tíðindafólk í HVítu Húsunum spurdu hann um málið.
Í løtuni verða tvey Boeing-flogfør av slagnum VC-25A nýtt til ferðir hjá amerikanska forsetanum. Talan er um tvær umbygdar útgávur av Boeing 747-flogførum, sum hava verið nýttar síðan 1990, og sum eftir ætlan skulu skiftast út skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald