Bretski Harry prinsur, sangarin Elton John og fimm onnur kend fólk skulu rinda sakarmálskostnaðin, eftir at teir í juli taptu málið móti Associated Newspapers, sum m.a. eigur tabloidmiðlarnar Daily Mail og Mail on Sunday.
Málið snúði seg um, at miðlarnir hjá Associated Newspapers gjøgnum fleiri ár skulu hava útvegað sær upplýsingar á ólógligan hátt, skrivar Ritzau.
M.a. skuldu miðlarnir hava sett privatdetektivar at avlurta telefonir og bústaðir, umframt at hava goldið fyri upplýsingar frá løgregluni og fingið upplýsingar um bankakontur og bankaflytingar.
Harry prinsur, Elton John og hini skulu rinda 9,54 milliónir pund - 83 milliónir krónur, áðrenn 28. august, men samlaði kostnaðurin kann gerast hægri sambært BBC.
Sambært dóminum kundu ákærurnar tó ikki prógvast.
Associated Newspapers hevur víst ákærunum aftur og umrøtt avgerðina sum ein sigur fyri pressufrælsi.
Hini fimm, sum saman við Harry prinsi og Elton John skulu rinda sakarmálskostnaðin, eru maður Elton John - filmsframleiaðrin David Furnish - Doreen Lawrence barónsfrú, Elizabeth Hurley - sjónleikakvinna og model - sniðgevin og sjónleikakvinnan Sadie Frost og fyrrverandi bretski tjóðartingslimurin Simon Hughes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald