Uttanlands

USA tekur seg úr Unesco

"ST-felagskapurin er í ov stóran mun fordómsfullur mótvegis Ísrael og fremur mál, ið kloyva". Soleiðis ljóðar partur av grundgevingini í dag

Benjamin Netanyahu á vitjan hjá Donald Trump

Benjamin Netanyahu á vitjan hjá Donald Trump

2025-07-22 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

USA hevur í dag, týsdagin 22. juli, kunngjørt, at landið fer úr Unesco. 

Hetta skriva altjóða tíðindastovurnar so sum Reuters og AFP.

Síðani Donald Trump tók við aftur sum forseti í januar, hevur USA tikið seg úr ymiskum heimsstovunum - til dømis heimsheilsustovninum WHO - og eisini lagt nógvan toll á ES og ymisk lond.

Ein talsmaður fyri amerikanska uttanríkisráðið hevur í dag greitt frá, hvat liggur aftanfyri avgerðina um at fara úr Unesco.

Hildið verður millum annað, at felagskapurin "í ov stóran hevur tikið støðu frammanundan í mun til Ísrael" - at hann hevur verið heldur fordómsfullur. 

Ísrael fegnast um avgerðina.

Eisini finst amerikanska stjórnin at tí, at Unesco hevur verið við til "at framt mál, ið kloyva".

Unesco er stovnurin hjá Sameindu Tjóðum (ST) fyri útbúgving, vísindi og mentan. Tað er millum annað hann, sum stendur fyri, hvørji støð í heiminum skulu vera "world heritage site" Millum annað kom eitt stað í Gasa á listan í fjør.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder