Uttanlands

USA: Sýria strikað av lista yvir lond, sum stuðla yvirgangi

At Sýria ikki longur verður flokkað sum eitt land, sum stuðlar yvirgangi, gevur Sýria nýggjar møguleikar, sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio

Ahmed al-Sharaa, forseti í Sýria og Donald Trump, forseti í USA hittust í Ankara mikudagin (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

Ahmed al-Sharaa, forseti í Sýria og Donald Trump, forseti í USA hittust í Ankara mikudagin (Mynd: Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-09 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA ætlar at strika Sýria av amerikanska listanum yvir lond, sum stuðla yvirgangi.

Tað hevur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio formliga boðað Kongressini frá.

Hendan fráboðanin kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump hevur verið á fundi við Ahmed al-Sharaa, forseta í Sýria í sambandi við Nato-toppfundin í turkiska høvuðsstaðnum Ankara.

Sýria hevur í fleiri áratíggju verið flokkað sum eitt land, sum stuðlar yvirgangi og hevur gjørt tað torførari at gera íløgur í landið. Avmarkingar eru nevniliga fyri menningarhjálp og hernaðarútflutning til lond á listanum.

Sýria verður strikað av listanum um umleið 45 dagar, uttan so at Kongressin forðar fyri hesum, skrivar Ritzau.

At Sýria verður strikað av listanum letur upp fyri altjóða handli og íløgum og ger tað møguligt at byggja Sýria upp aftur og seta hol á ein nýggjan kapittul fyris ýriska fólkið, sigur Rubio.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder