Uttanlands

USA sigur seg hava prógv fyri at Iran leyp á tangaskipini

Pentagon almannakunngjørdi í nátt myndir, sum sigast at skula prógva, at tað vóru iranar, sum lupu á

Mynd: Amerikanska verjumálaráðið

Mynd: Amerikanska verjumálaráðið

2019-06-18 09:18 Author image
Ari av Rana

Amerikanska verjumálaráðið almannakunngjørdi í nátt fleiri myndir, sum sambært amerikumonnum vísa, at tað var Iran, sum stóð aftanfyri álopini á tey bæði tangaskipini í Omanvíkini í farnu viku.

Á myndini sær man, sambært Pentagon, iranska kollveltingarherin royna at flyta eina minu av japanska tangaskipinum Kokuka Courageous.

Stórabretland stuðlar USA í ákærunum um at tað er Iran, sum stóð aftanfyri álopini.

placeholder
placeholder