Uttanlands

USA setur aftur revsitiltøk í verk móti Iran

USA roynir at leggja fíggjarligt trýst á Iran fyri at fáa nýggja kjarnorkuavtalu í lag

Iranski forsetin Hassan Rouhani og amerikanski forsetin Donald Trump (Mynd: EPA)

Iranski forsetin Hassan Rouhani og amerikanski forsetin Donald Trump (Mynd: EPA)

2018-08-07 09:55 Author image
Oda Strøm
placeholder

Í morgun hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, aftur sett í verk fleiri fíggjarlig revsitiltøk móti Iran.

Revsitiltøkini umfata millum annað keyp hjá iransku stjórnini av amerikanskum dollarum og handil við gulli, iranskum ríkisskuldarbrøvum, bilmarknaðin í landinum og útflutningin av teppum og matvørum, skrivar danski miðilin TV2. 

Hetta er ein roynd at seta gongd í samráðingarnar um eina nýggja kjarnorkuavtalu við Iran, og sambært amerikanska forsetanum skulu revsitiltøkini leggja Iran undir "maksimalt fíggjarligt trýst" sambært tíðindastovuni AP.

Í mai mánað tók Donald Trump USA úr altjóða kjarnorkuavtaluni frá 2015, tí hann vildi vera við, at avtalan ikki var nóg góð. Avtalan frá 2015 innibar annars, at Iran skuldi avmarka sítt kjarnorkuprogramm, og afturfyri vórðu fleiri fíggjarlig revsitiltøk móti landinum tikin aftur. 

Trygdarráðgevin hjá USA, John Bolton, sigur við sjónvarpsrásina Fox News, at hann vónar, at nýggju revsitiltøkini fáa Iran til at samráðast við USA um eina nýggja avtalu. 

- Tey kunnu játta tilboðið frá forsetanum um at samráðast um at sleppa teirra ballistisku missilum og kjarnorkuprogrammi. Um Iran meinti tað í álvara, komu tey til samráðingarborðið, segði John Bolton.

placeholder
placeholder