Uttanlands

USA sendir fleiri vápn til Ísrael

USA hevur góðkent ein nýggjan vápnapakka, sum m.a. inniheldur 1700 tons av bumbum

Khan Younis, Gaza (Mynd: Reuters)

Khan Younis, Gaza (Mynd: Reuters)

2024-03-30 16:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanska stjórnin hevur góðkent ein nýggjan vápnapakka til Ísrael.

Tað upplýsa dulnevndar keldur fyri tíðindastovuni Reuters.

Vápnapakkin inniheldur m.a. 1800 bumbur av slagnum MK84, sum hvør viga um 900 kilo, og 500 mumbur av slagnum MK82, sum viga 225 kilo. Tilsamans viga bumburnar meira enn 1700 tons.

Seinastu árini hevur Ísrael árliga fingið 3,8 milliardir í hernaðarstuðli frá USA.

Síðan álopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober, har um 1200 fólk lótu lív og 253 vórðu tikin til gísla, hevur Ísrael framt óteljandi álop á Gazageiran, og sambært heilsumyndugleikunum í Gaza hava mótálopini hjá Ísrael kravt 32.000 mannalív

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder