Uttanlands

USA: Republikanski Tim Scott vil vera forseti

Sambært veljarakanningum siga bert tvey prosent av republikansku veljarunum, at teir umhugsa at velja hann, meðan Donald Trump og Ron DeSantis hava munandi størri undirtøku

Tim Scott

Tim Scott

2023-05-20 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tim Scott, ein republikanskur senatorur úr amerikanska statinum South Carolina, ynskir at still upp til forsetavalið í 2024.

Fríggjadagin var alt komið uppá pláss, og hevði hann latið inn øll tey neyðugu skjølini.

57 ára gamli Tim Scott skal kappast móti m.a. fyrrveandi amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum sambært Ritzau liggur fremst í veljarakanningunum.

Sambært veljarakanningunum, fær Trump stuðul frá yvir 50 prosent av republikansku veljarunum, meðan bert tvey prosent siga seg umhugsa at velja Tim Scott. Fimti hvør republikanari sigur seg vilja hava Ron DeSantis, guvernør í Florida, sum forseta. Hann hevur tó ikki alment boðað frá nakrari uppstilling, men ábendingar eru um, at hann fer at gera tað.

Fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Haley hevur eisini bjóðað seg fram sum valevni til republikanska undanvalið.

Hóast Scott ikki er so vælumtóktur í veljarakanningunum, er hann vælumtóktur í sínum heimstati. Hann er m.a. kendur fyri at vera bjartskygdur, og hevur hann fleiri ferðir heitt á bæði republikanska flokkin og USA sum heild um at standa saman.

Hann er uppvaksin í fátækadømi hjá einari einligari mammu, og brúkar hann ofta sína egnu søgu sum dømi um, at USA framvegis er eitt land, har ein og hvør kann skapa eina góða framtíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder