Uttanlands

USA og Iran samráðast í Sveis

Uppfylgjandi samráðingar millum USA og Iran verða í sveisiska býnum Bürgenstock seinnapartin – M.a. amerikanski varaforsetin J.D. Vance luttekur

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: Nathan Howard/AFP/Ritzau Scanpix)

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: Nathan Howard/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-21 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA og Iran hittast seinnapartin til uppfylgjandi samráðingar í Bürgenstock í Sveis, boðar m.a. iranska uttanríkismálaráðið frá.

Umboð fyri pakistan og Katar luttaka eisini sum meklarar, upplýsir talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum.

Allir partar, harímillum amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, og iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi, eru komnir til Sveis.

USA og Iran undirskrivaðu herfyri eina rammuavtalu um m.a. 60 dagar langa vápnahvíld, meðan samráðingar halda fram um eina varandi friðaravtalu.

Vance upplýsti í gjár, sambært Ritzau, at amerikonsku samráðingarfólkini, Jared Kushner og Steve Witkoff, sum eisini eru í Sveis, higartil hava boðað frá, at tað gongst væl.

Hesum vóru iranar tó ikki samdir í, og eftir nýggj ísraelsk loftálop á Libanon, sum eisini var fevnt av avtaluni millum USA og Iran, boðaði Iran frá, at Hormuzsundið aftur var stongt fyri ferðslu.

Upplating av Hormuzsundinum var annars partur av avtaluni, og USA vísti aftur, at sundið skuldi vera stongt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder