USA og Iran boða frá nýggjum álopum annan dagin á rað, skrivar Ritzau.
Amerikanski herurin boðaði frá álopum seint í gjárkvøldið okkara tíð, og í morgun sigur herurin, at amerikanarar raktur umleið 90 iransk mál.
USA rakti m.a. loftverjuskipanir og dronu- og rakettgoymslur.
Álopini vórðu framd fáar tímar eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump á Nato-toppfundinum í Ankara boðaði frá, at hann ikki longur metti, at avtalan um vápnahvíld millum USA og Iran var galdandi.
Tað var týskvøldið, at USA fór undir nýggj álop á Iran. Sambært amerikanarum var talan um aftursvar fyri álop hjá Iran móti trimum handilsskipum í Hormuzsundinum.
Iran leyp síðani á mál í Barein og Kuvait, sum hava tilknýti til amerikanska herin, og tíðliga í morgun boðaði iranska kollveltingarverjan frá, at hon hevði lopið á tvær amerikanskar herstøðir í Kuvait og tvær og í Barein.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald