Uttanlands

USA lopið á enn eitt skip í Kyrrahavinum

Hetta er fyrsta fráboðaða amerikanska álopið á skip í økinum, síðan álopið á Venesuela fyrst í hesum árinum

Álopið varð framt eftir boðum frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth (Mynd: EPA)

Álopið varð framt eftir boðum frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth (Mynd: EPA)

2026-01-24 13:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir persónar lótu í gjár lív í einum amerikonskum álopi á eitt skip í eystara parti av Kyrrahavinum.

Triði persónurin, sum var um borð, slapp undan við lívinum, og amerikanski herurin upplýsti í nátt, at leitað varð eftir viðkomandi.

Kynið og tjóðskapurin hjá teimum dripnu verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.

Sambært USA hevði skipið samband við rúsevnahandil. Upplýsingar vátta, at skipið sigldi eftir einari leið, sum er kend fyri rúsevnasmugling.

Álopið varð framt eftir boðum frá amerikanska verjumálaráðharranum, Pete Hegseth.

Síðan september hevur USA lopið á fleiri enn 30 skip í Kyrrahavinum og Karabiska havinum nærindis Venesuela. Í minsta lagi 110 persónar hava latið lív í álopunum.

Álopini eru, sambært USA, partur av arbeiðnum móti ólógligum handli av rúsevnum í økinum.

Álopið fríggjadagin var tað fyrsta, síðan USA fyrst í hesum árinum leyp á Venesuela og tók táverandi forsetan, Nicolas Maduro til fanga. Hann varð fluttur til USA, har hann verður rættarsøktur fyri m.a. smugling av rúsevnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder