Uttanlands

USA: Longst sitandi limur í Kongressini deyður

Republikanarin Don Young, ið hevur umboðað statin Alaska í Umboðsmannatinginum seinastu 49 árini, andaðist í gjár, 88 ára gamal

Don Young heldur røðu frammanfyri táverandi amerikanska forsetanum Donald Trump og øðrum republikanarum. Desember 2017 (Mynd: EPA)

Don Young heldur røðu frammanfyri táverandi amerikanska forsetanum Donald Trump og øðrum republikanarum. Desember 2017 (Mynd: EPA)

2022-03-19 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Don Young, longst sitandi limurin í amerikanska Umboðsmannatinginum er deyður. Hann andaðist í gjár, 88 ára gamal.

Don Young, ið umboðaði statin Alaska, hevði verið í Kongressini síðan 1973. Hann var í holt við sítt 25. valskeið, og stillaði hann eisini upp til eitt valskeið afturat.

Young misti vitið á einum flogfari úr Los Angeles til Seattle, og stóð hann ikki til at bjarga, skrivar Ritzau.

Sambært heimasíðuni hjá Young var hann tann limurin í núverandi Kongressini, sum hevði sitið longst.

Tá hann fyrstu ferð var valdur inn, var republikanarin Richard Nixon forseti. Seinast hann varð afturvaldur var í 2020, tá demokraturin Joe Biden varð valdur til forseta. Sitandi forseti var Donald Trump, ið umboðaði republikanska flokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder