Uttanlands

USA fer at hjálpa Ukraina við útflutninginum

Fleiri av fátækastu londunum eru bundin at vørum úr Ukraina, og tí ætla partarnir at samstarva um at finna eina loysn

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba á tíðindafundi í Berlin (Mynd: EPA)

Ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba á tíðindafundi í Berlin (Mynd: EPA)

2022-05-16 15:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uttanríkismálaráðharrar í Ukraina og USA hava gjørt avtalu um at samstarva um at finna eina loysn uppá teir trupulleikar, sum Ukraina í løtuni hevur við at útflyta matvørur.

Tað sigur ukrainski uttanríkismálaráðharrin, Dmytro Kuleba, sum hevur verið í Berlin fyri at hitta uttanríkismálaráðharrar úr Nato-londunum.

Ukraina er ein av størstu hveiti- og maisútflytarunum í heiminum, og heimsins fátækastu lond í m.a. Afrika eru bundin at vørunum, sum tey innflyta harfrá.

Les eisini: India útflutti 1,4 milliónir tons av hveiti í apríl

ST ávaraði herfyri ímóti, at um kríggið millum Ukraina og Russland heldur fram, kunnu upp móti 47 milliónir fólk afturat enda við at svølta.

Les eisini: Kríggið í Ukraina fer at raka heimsins fátækastu

Á fundinum í Berlin um vikuskiftið segði Jens Stoltenberg, aðalskrivari hjá Nato eisini, at Nato fer at økja um hernaðarliga stuðulin til Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder