Uttanlands

USA: Demokratiskur stórsigur á fleiri valum í gjár

New York fær yngsta borgarstjóran í 130 ár – Zohran Mamdani er tilflytari og muslimur

Zohran Mamdani avmyndaður í gjárkvøldið saman við móður síni, Mira Nair (Mynd: EPA)

Zohran Mamdani avmyndaður í gjárkvøldið saman við móður síni, Mira Nair (Mynd: EPA)

2025-11-05 14:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Okkurt bendir á, at demokratiski flokkurin er á veg fram aftur í USA. Í gjár vóru fleiri týðandi val hildin í USA – tó ikki so týðandi, sum miðskeiðisvalini, ið verða hildin um eitt ár.

Trý val av serligum týdningi vóru tó í gjár, og demokratisku valevnini vunnu greiðan sigur í øllum valunum.

Mest umtalaði sigurin er sigurin hjá demokratinum Zohran Mamdani, sum fekk yvir helmingin av atkvøðunum í valinum av borgarstjóra í størsta amerikanska býnum, New York.

Longu á undanvalinum var tað óvæntað, at hesin rættiliga ókendi muslimski tilflytarin vann á fyrrverandi guvernørinum, Andrew Cuomo.

Á valinum í gjár fekk Mamdani 50,4 prosent av atkvøðunum, meðan áðurnevndi Andrew Cuomo, sum eftir ósigurin á undanvalinum gjørdi av at stilla upp sum uttanveltaður, fekk 41,6 prosent. Valevnið hjá republikanarunum, Curtis Sliwa, fekk 7,1 prosent av atkvøðunum.

[object Object](Mynd: EPA)

Zoran Mamdami er einans 34 ára gamal, og gerst sostatt yngsti borgarstóri í New York í 130 ár, tá hann tekur við á nýggjárinum.

Hann sigur seg vers sosialist – nakað, sum ikki allir demokratar tora at viðganga – og at hansara mál er at stuðla teimum veikastu í samfelagnum og berjast móti ríkmonnunum, oligarkunum, sum millióningarnir og milliardingarnir verða róptir. Hann lovar eisini at seta rættiliga víðgongd tiltøk í verk í stórbýnum. Eitt nú at almennu bussarnir skulu vera ókeypis, at tað skal gerast bíligari at leiga býli og at ongin skal ganga svangur.

Hesar seinastu dagarnar í valstríðnum hevur Mamdani fingið dyggan stuðul frá tveimum landskendum vinstravendum demokratum, Bernie Sanders, senatori í Vermont, og Alexandria Ocasio-Cortez, limi í umboðsfólkatinginum fyri New York. Og eisini frá Barak Obama, fyrrverandi forseta.

Donald Trump, forseti, hóvar ikki henda ‘víðgongda kommunistin’, sum Mamdani verður kallaður, og forsetin hótti herfyri við at halda statsstuðuli aftur, um Mamdani gerst borgarstjóri í New York.

Les eisini: Trump revsar New York um tey velja demokrat til borgarstjóra

Zohran Mamdani varð borin ú heim í Uganda, men foreldrini eru bæði av indiskum uppruna. Hann er trúgvandi muslimur og er giftur kvinnu av sýriskum uppruna.

Kvinnur vunnu

Hinir báðir stóru demokratisku sigrarnir vóru til guvernørvalini í statunum New Jersey og Virginia, har kvinnuligir demokratar vunnu bæði valini.

Í Virginia fekk 46 ára gamla Abigail Spanberger 56,6 prosent av atkvøðunum, meðan Winsome Earle-Sears fekk 43,6 prosent.

Og í New Jersey fekk 53 ára gamla Mikie Sherril 56,2 prosent av atkvøðunum meðan republikanska valevnið, Jack Ciattarelli, fekk 43,2 prosent.

Endiliga fingu demokratarnir eisini ein stórsigur í Kalifornia, har ágangandi demokratiski guvernørurin, Gavin Newsom, hevur skotið upp at broyta valdømini, so at úrslitið kann tillagast alt eftir politiskum ynski. Hetta varð gjørt sum aftursvar fyri líknandi tiltøk, sum republikanarnir hava gjørt eitt nú í Texas. Hetta er tað, sum amerikanarar kalla ‘gerrymendering’.

Fólkaatkvøða var um hetta í Kalifornia í gjár, og undirtøkan var stór. Umleið 65 prosent atkvøddu ja, meðan 35 prosent atkvøddu nei. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder