Uttanlands

USA: Átta milliónir mótmæltu politikkin hjá Trump

Leygardagin varð skipað fyri felrii enn 3.300 "No Kings"-mótmælistiltøkum í USA

Mótmælisfólk í Los Angeles (Mynd: EPA)

Mótmælisfólk í Los Angeles (Mynd: EPA)

2026-03-29 13:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin luttóku umleið átta milliónir fólk í sonevndu "No Kings"-mótmælunum í USA.

Tað boðaði rørslan No Kings, (Fø: Ongar kongar), sum skipaði fyri mótmælunum, frá í tíðindaskrivi sambært fleiri tíðindastovum.

– Í minsta lagi átta milliónir fólk savnaðust í dag á fleiri enn 3.300 tiltøkum tvørturum allar 50 statir, stendur í tíðindaskrivinum.

Talan var, sambært fyriskiparunum, um eina millión fleiri luttakarar - og 600 fleiri tiltøk - enn í oktober, tá tað seinast varð skipað fyri "No Kings"-mótmælum.

Við heitinum "No Kings" verður víst á, at eingin í USA, heldur ikki forsetin, Donald Trump, er kongur.

Sambært tíðindastovuni AP luttóku fimm milliónir fólk í fyrstu "No Kings"-mótmælunum í juni. Í oktober var talið komið upp á sjey milliónir, og leygardagin var talið, sum áður nevnt, átta milliónir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder