Uttanlands

USA: Amerikanarar eiga at fara úr Ukraina

Orsøkin er, at stúrt verður fyri russiskari innrás, og eisini verður frámælt at ferðast til Russlands

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Anthony Blinken (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Anthony Blinken (Mynd: EPA)

2022-01-24 08:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur heitt á familjulimir hjá starvsfólkum í amerikonsku sendistovuni í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev um at fara heim. Eisini verður heitt á allar amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr landinum orsakað av hóttanini um russiska innrás, sigur amerikanska uttanríkismálaráðið.

Eisini verður ávarað ímóti at ferðast til Russlands orsakað av spenningunum á markinum til Ukraina. Gerst støðan verri, kann væntast, at USA skipar fyri einari evakuering, skrivar Ritzau.

Russland hevur sett upp móti 100.000 herfólk við markið til Ukraina, og hetta hevur fingið fleiri lond í vesturheiminum at stúra fyri, at Russland ætlar at gera innrás.

Fyrr í hesum mánaðinum hittust russisk sendifólk við m.a. Nato og USA fyri at umrøða støðuna, men einki ítøkiligt kom burturúr, men USA og Russland avtalaðu at umrøða støðuna aftur fyri at finna eina loysn, skrivar tíðindastovan Reuters.

Í dag skulu uttanríkismálaráðharrar í ES hittast í Brússel at umrøða støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder