Uttanlands

USA: 2000 herfólk úr tjóðarhirðuni fara úr Los Angeles

Ófriður hevur verið í kaliforniska stórbýnum, men nú er støðan batnað, og hevur verjumálaráðharrin tí givið boð um at taka 2000 herfólk úr aftur stórbýnum – Framvegis eru 2000 fólk úr tjóaðrhirðuni og 700 úr herflotanum eftir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-07-16 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2000 herfólk úr amerikonsku tjóðarhirðuni kunnu nú fara úr stórbýnum Los Angeles, har teir vórðu settir at handfara stóru mótmælini, upplýsir amerikanska verjumálaráðið.

Støðan er batnað, og hevur verjumálaráðharrin, Pete Hegseth tí givið boð um, at herfólkini verða tikin úr Kalifornia, sigur talsfólk hjá verjumálaráðnum sambært Ritzau.

Í juni sendi amerikanski forsetin, Donald Trump boð eftir 4000 herfólkum úr tjóðarhirðuni og 700 fólkum úr herflotanum fyri at fáa tamarhald á stóru mótmælunum.

Mótmælisfólkini vóru ónøgd við amerikonsku tilflytaralóggávuni og fleiri handtøkum av tilflytarum í økinum. Guvernørurin í Kalifornia og borgarstjórin í Los Angeles hava funnist at Trump fyri at senda boð eftir tjóðarhirðuni uttan áheitan frá guvernørinum.

Fráboðanin hjá verjumálaráðnum merkir, at 2000 herfólk úr tjóðarhirðuni og 700 fólk úr herflotanum framvegis eru eftir í Los Angeles.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder