Mentan

Urgukonsert í Hoyvíkar kirkju

Ari Hammer Joensen spælir franskan urgutónleik á heystkonsert

Ari Hammer Joensen

Ari Hammer Joensen

2025-10-09 13:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi mikukvøld, 15. oktobur kl. 19.30, verður heysturgukonsert í Hoyvíkar kirkju við Ara Hammer Joensen, urguleikara.

Ari Hammer Joensen gongur á triðja ári bachelor á tí Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. 

Á hesari konsertini verður franskur orgultónleikur eftir Marcel Dupré og Louis Vierne at hoyra, ið Ari hevur arbeitt við ta seinastu tíðina.

Konsertin er ókeypis og varir ein lítlan tíma.

Skráin sær soleiðis út:  

  1. ‎Marcel Dupré (1886-1971): Preludium og Fuga í H-dur Op. 7 Nr. 1    
  2. Louis Vierne (1870-1937): Úr 6. Symfoni Nr. 6 Op. 59 II. Aria                         
  3. ‎Marcel Dupré: Preludium og Fuga í f-moll Op. 7 Nr. 2
  4. Louis Vierne: Úr Symfoni Nr. 6 Op. 59 III. Scherzo
  5. 5. ‎Marcel Dupré: Preludium og Fuga í g-moll Op. 7 Nr. 3  
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder