2018-08-15 13:50
Komandi leygarkvøld, 18.aug. 2018, verður enn einaferð boðið til vælumtókta Urðadansin í Kvívík.
Dansað verður í tjaldi millum neystini og gevur tað eitt heilt serligt huglag.
Seinnu árini hevur gólv verið lagt undir fyri at dansurin kann ganga betur, og soleiðis verður aftur í ár.
Dansurin verður góður, og ongum nýtist at sita heima, tí vælsvingandi LM Band spæla til dans.
Áðrenn dansurin byrjar verða konsertir við ongum minni enn Hanusi G. Johansen, Jens Marna og Kim Hansen.
- Bygdarfelagið Glæman
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald