Innanlands

Suðuroyar Sparikassi hækkar renturnar

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum frá 26. oktober.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-23 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðuroyar Sparikassi boðar nú eisini frá rentuhækkingum.

11. September 2026 hækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum, eftir at Evropeiski Miðbankin hevði hækkað rentuna, og føroyskir peningastovnar gera nú tað sama.

Í farnu viku boðaði Føroya Banki frá rentuhækkingum, og nú boðar Suðuroyar Sparikassi frá, at hann eisini hækkar renturnar.

Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum, skrivar Suðuroyar Sparikassi í tíðindaskrivi.

Broytingarnar koma í gildi 26. oktober, og rentu- og tænastuyvirlitini á heimasíðuni www.ss.fo verða dagførd, tá ið broytingarnar koma í gildi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder