
Sonja er vaksin upp í Gøtu, og var sum barn nógv úti í náttúruni. Har legði hon merki til litirnar á víkini, sóljurnar í bønum og blómurnar fram við ánni. Hesar eygleiðingar frá barni av vaktu hennara áhuga fyri litum, myndum og skapandi list.
Longsulin eftir lærdómi
Seinni fór Sonja á læraraskúla, har hon tók prógv innan myndlist, men hon hevði í nøkur ár droymt um at tikið eina breiðari útbúgving innan myndlist. Hon leitaði í Føroyum, men torført var at finna annað enn skeið av ymiskum slag – sum hon tó tók mong av og fekk nyttu burturúr. Henni longdist tó eftir einari breiðari og meiri gjøgnumførdari útbúgving.
Men at taka familjuna upp við rót og fara av landinum, hevði hon lítlan hug til. Tí fór hon á netið at leita.
Skúlin á netinum
Á netinum vóru nógv skeið at finna. Longri og styttri skeið. Men ein dagin, eftir at hava leitað í áravís, datt hon á okkurt, ið sá meiri gjøgnumført út. Hon kannaði tað nærri, og valdi at taka hendan skúlan.
Talan var um 4 modul, har øll undirvísingin gekk fyri seg umvegis eina app og samskift var við ein mentor. Hóast alt gekk fyri seg á netinum, kundi Sonja sita í Íshúsinum á Glyvrum, sum er málistova og gallarí hjá henni – tætt við heim og familju. Eftir 1,5 ár við nógvari undirvísing og nógvum uppgávum, var próvhandan. Í ár vóru um 400, ið fingu prógv. Fleiri valdu at fáa tað yvir netið. Men sjálv handanin fór fram í Milan Art Gallery í Sarasota, Florida.
Sonja var ein av 73, sum fingu prógvið á staðnum.
Eitt petti av Føroyum lá eftir í Florida
Øll, ið fingu prógvið hendan dagin, kundu taka ein lítlan málning við, ið slapp at hanga uppi í fína gallarínum til próvhandanina.
Sonja hevði ein føroyskan náttúrumálning við, og ein av høvuðslærarunum fekk so gott eyga á málninginum, at hann var verandi eftir í Amerika, og kom upp at hanga í alrúminum hjá nýggja eigaranum.
Dreymurin verður til veruleika
Skeiðið hevur verið sera gevandi og hevur givið Sonju stóran íblástur og dirvi at halda fram við myndlistini.
Íshúsið á Glyvrum - sum hevur eina ríka søgu at siga frá - verður brúkt til at liva dreymin út og arbeiða við málningalistini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald