Eitt uppskot til eina kjarnorkuavtalu millum USA og Iran kann vera klárt innan fáar sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.
– Næsta stigið hjá mær er at leggja fram eitt uppskot til eina møguliga avtalu fyri starvsfeløgum mínum í USA. Eg haldi, at tað er klárt um tveir-tríggjar dagar, sigur hann.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir hótt við at brúka hernaðarvald móti Iran, um landið ikki ger eina avtalu um kjarnorku.
Hósdagin nevndi hann m.a. amerikanska álopið á Iran í juni, og segði, at USA kanska noyðist at taka tað eitt stig víðari.
– Vit kunnu kanska verða noydd at taka tað eitt stig víðari, ella ikki. Tað finna tit helst útav innan næstu tíggju dagarnar, segði hann.
Trump segði, at tíggju dagar eigur at verða nóg mikið av tíð til at gera eina avtalu.
– 10, 15 dagar er markið.
Iran hevur síðani gjørt ST greitt, at herstøðir, hentleikar og annað, sum hoyrir til ein fígginda verða mett sum lóglig mál, um Iran skuldi verið fyri einum hernaðarligum álopi.
Ónevndar keldur siga við CNN, at amerikanski herurin er til reiðar at fremja álop á Iran, um Trump skuldi givið grønt ljós.
Endamálið við samráðingunum millum USA og Iran er at fáa í lag eina avtalu um kjarnorku, sum kann koma í staðin fyri avtaluna frá 2015, sum USA tók seg úr undir fyrra forsetaskeiðnum hjá Trump.
Sambært gomlu avtaluni skuldi Iran minka um nøgdina av ríkaðum urani, meðan USA skuldi strika revsitiltøk móti Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald