Innanlands

Uppskot til dagførda dagstovnalóg sent til hoyringar

Uppskotið ger ábyrgdarbýtið millum land og kommunur greiðari, avmarkar nágreiniliga, hvørji tilboð og aldursbólkar lógin fevnir um, og setur felags karmar fyri námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga ráðgeving. Eisini verður skotið upp at seta eina samstarvsnevnd fyri at styrkja fakliga samskipan á økinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-01 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Uppskot til broyting í lógini um dagstovnar og dagrøkt er sent til almenna hoyring.

Lógin er frá 2000, og hevur tað í fleiri ár verið ynski um at fáa hana dagførda.

Sambært Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er arbeiðið gjørt í tøttum samstarvi við Kommunufelagið, og er avgerð tikin um at byrja við teimum broytingum, sum eru mest grundleggjandi fyri at fáa eitt nútíðarhóskandi og fakliga greitt grundarlag fyri dagstovnaøkið.

Høvuðsbroytingarnar í uppskotinum eru:

  • Greitt ábyrgdarbýti: Verandi ábyrgdarbýti verður nágreinað, so tað týðiliga framgongur, hvør hevur fakliga og fyrisitingarliga ábyrgd.
  • Samstarvsnevnd: Ein nevnd við umboðum frá land og kommunum skal samskipa menning á økinum.
  • Greið avmarking av tilboðum: Lógin fevnir um dagrøkt, vøggustovu, barnagarð og frítíðarstovnar til og við í minsta lagi 2. flokk.
  • Reglur um upplatingartíðir: Reglurnar verða gjørdar greiðari; kommunan kann hava stongt upp til fimm vikur um árið.
  • Ráðgeving: Kommunur skulu veita námsfrøðiliga ráðgeving; landið veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, tá serligur fakligur tørvur er.

    Hoyringarfreistin er 5. januar 2026, og fáa øll høvi at gera møguligar viðmerkingar. Uppskotið kann lesast her.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder