Mentan

Upphav vunnið tvær virðislønir hjá CPH:CULTURE

Føroyska leikverkið UPPHAV eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard framleiddur av leikbólkunum TVAZZ og Leikhús SKIFT, hevur vunnið tvær virðislønir hjá CPH:CULTURE fyri leikárið 25/26

2026-08-02 14:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í mars 2026 var UPPHAV leikferð á Teater FÅR 302 í Keypmannahavn. Her fingu danskir ummælarar eyga á leikin og róstu honum til skýggja.

Leikurin var tilnevndur í trimum bólkum, tá ið CPH:CULTURE gjørdi sínar tilnevningar fyri leikaárið 25/26. Nú vinnararnir eru funnir, hevur UPPHAV vunnið í heili tveimum av bólkunum.

UPPHAV er besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna. Millum hini tilmæltu verkini vóru m.a. Dear Evan Hansen, Det Kongelige Teater, Skuespilhusets Store Scene/Aarhus Teater, Store Scene/Lion Musicals v. Thomas Langkjær, ið hevur vunnið eina røð av donskum virðislønum í ár eins og verkið hevur vunnið 6 TONY awards.

UPPHAV er eisini valt til at vera besta gestaspæl leikárið 25/26. Tilnevningarnar eru gestaspøl í øllum listagreinunum innan pallist. UPPHAV skarar framúr millum tilnevnd so sum: samtíðardansi hjá København Danser og Østre Gasværk, ballet hjá Det Kongelige Teater og International Ballet Galla – A Celebration of Dance (Tivolis Koncertsal) og stóra kinverska dansi og opera leikverki Shun Yun, sum er á heimsleikferð og varð framført í Royal Arena.

Leikurin UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr oynni gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. Leikurin snýr seg um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiðið.

Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag, sum hvørki hevði almennar ella privatar socialar tryggingar.

UPPHAV spælir í SALT tann 6. september 2026. Í august er leikverkið føroysk umboðan á Kulturmøde på Mors og í september er leikurin eisini á festivali í Fjaler í Norra.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder