Mentan

Upphav kring landið

Vælvitjaði og nógv rósti einkonuleikurin ‘Upphav’ fer á rundferð kring alt landið í vár. Fleiri bygdir fáa vitjan av leikinum, og danski høvuðsstaðurin fær eisini sína vitjan.

2026-02-12 09:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Einrøðuleikurin eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard hevði frumframførslu í Norðurlandahúsinum í heyst og spældi har í góða viku. Útselt til allar sýningarnar. Ummælini vóru serdeilis góð, og fleiri áskoðarar løgdu hugleiðingar, tankar og viðmæli á sosialar miðlar aftan á leiklok, umframt í práti eftir sýningarnar. Leikurin rørdi tey. Her var ein leikur úr okkara egna jørðildi, um okkara egnu søgu og samleika úr eini ikki so fjarari fortíð, tá náttúran setti sína ófrávíkiligu treyt fyri lívsgrundarlagið úti í Hesti eins væl og øðrum bygdum í Føroyum.

‘Upphav’ er um skaðadagin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá tveir útróðrabátar gingu burtur, og ellivu menn sjólótust. Leikurin sigur søguna um gerandislív og kor í Hesti hetta tíðarskeiðið – søguna um menn, kvinnur og børn, sum sorgbitin fóta sær eftir syndarligu bátsvanlukkurnar. ‘Upphav’ er um ommu Gunnvá Zachariasen, Óluvu, sum misti pápa sín hendan vanlukkudagin, 6 ára gomul.

Við hesi søgu vilja TVAZZ og Leikhús SKIFT fagna okkara formøðrum og í takksemi seta ein minnisvarða fyri teimum.

Frá fiskahúsi til leikhús

Leikferðin kring landið byrjar við framførslum í Fiskahúsinum í Hesti. Tað er gamla fiskahúsið hjá Johannes Juul Niclasen, sum nú verður karmur um sorgarsøguna úr Hesti.

Sýningar verða vikuskiftið 20. – 22. februar í Fiskahúsinum ella bara “Húsinum” sum tað vanliga varð kallað av hestfólki, tá fiskavirksemi var har bróðurpartin av farnu øld. Í 1921 – einans tvey ár eftir vanlukkuna – varð felagið H.J.N. stovnað í Hesti, sum tók ímóti fiski frá útróðrarbátum. Bæði saltfiskur, ræstur fiskur og flakatoskur var hagreiddur í Húsinum og útfluttur. Arbeiði var til fleiri hendur ígjøgnum fleiri áratíggju.

Flestu børn í Hesti munnu hava arbeitt fyri sín fyrsta lønarseðil í Húsinum um kvøldarnar, eftir at útróðrarbátarnar høvdu lagt fiskin upp. Leikarin í Upphav, Gunnvá Zachariasen, fór eisini til arbeiðis í Húsinum sum barn, og fekk lønina útgoldna um handilsdiskin hjá Johannes Juul, sum hevði handilin í bygdini til eina ferð síðst í 1980’unum.

Rundferð í Føroyum í vár…

Umframt framførslur í Hesti verður Upphav sýndur í Nólsoy, Klaksvík, Gøtugjógv, Tvøroyri, Kvívík, Húsavík, Saltangará, Fuglafirði, Strondum, Vestmanna, Eiði og Miðvági. Nær og hvar framførslurnar verða, er at finna á atgongumerki.fo, har billettir eisini verða seldar.

Kanska leggjast fleiri støð aftrat rundferðini.

…og ein túr til Keypmannahavnar

Eins og fiskurin í sínari tíð varð útfluttur úr Hesti til útlondini, eitt nú til danska høvuðsstaðin, so verður leiklistin nú eisini útflutt. Keypmannahavn fær vitjan av ‘Upphavi’ í eina heila viku í mars.

Á altjóða kvinnudegnum 8. mars verður leikurin framførdur á Teater FÅR 302, sum er eitt lítið og intimt leikhús, sum – hóskandi fyri Upphav – liggur tætt við sjógv og bátar í hjartanum av Nýhavnini. Eitt leikhús, sum hýsir nýskrivaðum dramatikki, og sum bjóðar sín pall til fríyrkisbólkar úr Danmark og úr hinum Norðanlondum og sum ber orð fyri at tora at fortelja stórar søgur við broddi, nýskapan og at viðgera samtíðar viðurskifti ígjøgnum leiklistina. Nú fáa føroyskir útisetar í Danmark, eins væl og onnur høvi at uppliva føroyska leiklist á føroyskum máli við enskum undirteksti. Framførslur verða á faar302.dk frá sunnudegnum 8. mars og til og við leygardagin 14. mars.

Síðani heldur Føroyaferðin fram, sum fyribils endar 7. mai í Listastovuni í Miðvági.

Fýra kvinnur standa aftan fyri UPPHAV

Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard
Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð
Visual artist: Silje Grimstad úr Noregi

Leikurin varð tilevnaður summarið 2025 úti í Hesti og í eini skúlastovu í Hoydølum, har Listafólkasambandið hevur hølir, sum listafólk kunnu leiga í longri og stytri tíðarskeið. Anna Katrin Ø. Egilsstrøði gjørdi ljóðupptøkur m.a. í kirkjuni í Hesti, Eiði og í Vík og eisini í kappróðrabátinum Risanum av Eiði.

Upprunatankin við leikverkinum er, at tað skal kunna spælast at kalla allastaðni.

20 ár við leikbólkunum TVAZZ og Leikhús SKIFT

Leikbólkarnir Tvazz og Leikhús SKIFT hava framleitt leikverkið. Báðir eru fríyrkisbólkar, sum í ár hava 20 ár á baki. Tískil er rundferðin kring landið við ‘Upphav’ eisini eitt 20 ára føðingardagshátíðarhald.

Sjónleikararnir Marita S. Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen byrjaðu sína yrkisleið síðst í 1990’unum, meðan tær enn gingu á sjónleikaraskúla við at tulka stuttsøgur eftir William Heinesen og ferðast í Føroyum og í Danmark við teimum, eitt nú søgan um ‘Balladen om Bøledrengen’, ‘Don Juan fra Tranhuset’ og ‘Syndefaldet’.

Samstarvið hevur altíð verið har við jøvnum millumbili millum leikkonurnar báðar, nú í samstarvi við hvør sínum bólki, sum í ár hava 20 ára føðingardag og sum í ár fingu – sum fyrstu fríyrkisleikbólkar nakrantíð – fasta játtan á Løgtingsfíggjarlógini saman við Teatur Grugg.

Frumframførslan av Upphav varð 4. oktober 2025 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har leikurin var á skrá á pallistafestivalinum VERK – Nordic Stage Days.

Sýningarlistin:
20., 21. og 22. februar: Fiskahúsið í Hesti
24. februar: Royndarhúsið í Nólsoy
27. februar: Neystið hjá Klaksvíkar Róðrafelag í Klaksvík
1. mars: Losjan-Glotti við Gøtugjógv
8.-14. mars: Teater FÅR 302 í Keypmannahavn
21. mars: SALT í Suðuroy
25. mars: Skúlin í Kvívík
27. mars: Sólarris í Húsavík
29. mars: Gula Smiðja í Saltangará
11. apríl: Mentanarhúsið í Fuglafirði
12. apríl: Stranda Bio á Strondum
15. apríl: Vestmanna
18. apríl: Kolsholl í Eiði
7. mai: Listastovan í Miðvági

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder