Innanlands

Upp í skrið av norði um ársskiftið

Tað verður onki serligt veður tá nýggja árið skal skjótast inn

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-29 15:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir fleiri dagar við hátrýsti og góðveðri, skulu vit ikki rokna við sama veðrinum, tá farið verður inn í nýggja árið.

Veðurstovan boðar frá, at gamlaárskvøld fer vindurin at vaksa upp í hvassan vind ella skrið av norði, 15 til 20 metrar um sekundið, eitt skiftið um midnáttarleitið nærkast tað stormi, 23 metrar um sekundið. Hitin verður um frostmarkið, og roknast kann við kava út á náttina.

Talan er um eitt lágtrýst, sum mennist í Íslandshavinum og fer í ein landsynning eystan fyri Føroyar við kós móti sunnara parti av Skandinavia. Hetta hevur við sær kalt rák við norðanvindi og kava.

Høgættarrákið við fitt av vindi heldur fram teir fyrstu dagarnar í nýggja árinum, tá roknast kann við kava og frosti. 

Feskastu veðurforsøgnina finnur tú altíð á Veðrinum á Portalinum her.

[object Object]Veðurvánirnar siga nógvan vind og norðanætt á nýggjárinum (Mynd: windy.com)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder