Sunnudagin 14. desember klokkan 11hevur Uni Næs, dómpróstur, fráfaringargudstænastu í Havnar kirkju.
Uni Næs tók við kallinum sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi 1. februar 2010. Sama dag tók hann við embætinum sum dómpróstur. Nú fer hann frá fyri aldur.
Fólkakirkjan skrivar soleiðis um fráfarandi dómpróstin:
– Uni hevur verið íðin, nærverandi og góður at heita á hjá kirkjuliðinum og sóknarbørnunum. Hjá honum er tænastan sum prestur eitt hjartamál.
– Vælvera fólksins verður hansara egna vælvera, og sorg og tregi fólksins nemur prestin, ið er hjástaddur í avbjóðingunum og roynir at bera byrðarnar saman við fólkinum.
– Nú Uni fer úr embætinum fyri aldur, takkar Fólkakirkjan fyri trúgvu tænastuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald