
Hóast tað hevur verið Okkara Land konsert á Skálatrøð í Havn og jóansøka í Tvøroyri, so hevur tað verið ein lutfalsliga friðarlig nátt hjá løgregluni í nátt.
Um hálvgun tvey tíðina í nátt vórðu tveir ungir og fullir menn handtiknir á bátabrúgvunum í Vágsbotni. Fólk sóðu, at teir vóru í holt við at skera í endarnar á einum báti, sum lá við flótibrúgvarnar.
Fólk, sum komu framvið, hildu monnunum aftur, til løgreglan kom á staðið. Menninir eru nú skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglurnar, enn er ikki støða tikin til um teir verða skuldsettir fyri annað, sigur vaktleiðarin á politistøðini
Klokkan hálvgun ellivu í gjárkvøldið varð ein maður handtikin á einum skeinkistaði í Havn. Maðurin vísti harðligan atburð móti starvsfólkunum á staðnum.
Løgreglan tók mannin á politistøðina, har hann hevur ligið nátt í klivanum. Hann verður leyslatin tá hann vaknar, og tá fær hann eisini eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald