Innanlands

Ungdómshúsið á Velbastað letur upp fríggjakvøldið

Avdúkingin av nýggja navninum og vinnaranum av navnakappingini er tó útsett

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-01-13 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið 14. januar klokkan 19 letur nýggja Ungdómshúsið á Velbastað upp. Avdúkingin av nýggja navninum og vinnaranum av navnakappingini er tó útsett, og nærri kunning kemur um hetta seinni, boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.

Tað er Dagstovnurin á Velbastað, sum verður karmur um ungdómshúsið, sum verður opið hvørt mikukvøld frá kl. 19-22 og fríggjakvøld frá kl. 19-24.

Tilboðið er ætlað øllum ungum í aldrinum 14-18 ár, sum búgva í nærumhvørvinum. Tó eru onnur ung eisini hjartaliga vælkomin. Endamálið við tilboðnum er at geva teimum ungu høvi at hittast, stuttleika sær saman og skapa vinaløg í einum hugnaligum, áhugaverdum og kveikjandi umhvørvi.

Í nýggja ungdómshúsinum kunnu tey ungu millum annað spæla borðspøl, hava spurnarkappingar, spæla Playstation, spæla tónleik, gera Kahoot-kappingar, spæla dart, binda og hekla, baka og spæla uttanduraspøl. Harafturat er kiosk og filmsrúm í húsinum, og møguleiki er eisini fyri at stuttleika sær í stóru høllini á staðnum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder